Vegurin til Kristus

13/14

12. Ivasemi

Serliga milium tey, sum nýliga eru komin til trúgv á Kristus, eru tað mong, ið ivast um ymist og hava ampa av tí. Í Bibliuni er mangt, sum tey ikki kunnu greina ella skilja, og Satan roynir at fáa tey at ivast í trúgv teirra á Skriftina sum eina opinbering frá Gudi. Tey spyrja: „Hvussu kann eg kenna rætta vegin? Um Bíblian veruliga er Guds orð, hvussu kann eg tá sleppa frá hesum iva og tí, sum er ógreitt?” VK 111.1

Gud krevur ongantíð, at vit skulu trúgva, uttan at geva okkum nóg góð prógv, sum vit kunnu byggja trúnna á. Hansara tilvera, lyndiseyðkenni og sannleikin í hansara orði eru staðfest við vitnisburðum, sum tala til okkara vit; og tað er ein ørgrynna av slíkum vitnisburðum. Men Gud hevur ongantíð tikið burtur møguleikan fyri iva. Okkara trúgv má hvíla á vitnisburðum, ikki á nøkrum sum sæst. Tey, ið vilja ivast, hava høvi til tess, meðan tey, sum av álvara ynskja at kenna sannleikan, vilja finna nóg nógvar vitnisburðir til at byggja trúgv sína á. VK 111.2

Tað er ógjørligt fyri deyðilig menniskju til fulnar at fata lyndið og gerðirnar hjá hinum æviga Gudi. Hjá tí gløggasta manni og hinum mest hámentaða verður henda heilaga vera altíð sveipað í loyndardóm. „Hevur tú funnið til botns í Guði ella ert komin til ytstu mark hins alvalda? Hægri er hann enn himinin - hvat kanst tú? Djúpari enn helheimurin - hvat veitst tú? ” Job 11,7-8. VK 112.1

Ápostulin Paulus sigur: „O, slíkt dýpi av ríkdómi og vísdómi og kunnskapi hjá Guði! Hvør órannsakandi eru dómar hans-ara og ósporandi vegir hansara!” Men hóast „í skýggjum og myrkri hann huldur er,” so eru „rættur og rættvísi... hans hásætisstuðlar.” Róm. 11,33; Sálm. 97,2. Vit kunnu skilja nóg mikið av forsjón hansara viðvíkjandi okkum og orsøkunum til alt, ið hann ger, so at vit siggja óendaligan kærleika, náði og mátt. Vit kunnu skilja so mikið av hansara ætlanum, sum vit hava gagn av at skilja. Og tað, sum er meira enn hetta, mega vit lita honum upp í hendi, sum er almáttugur, og hvørs hjarta er ovurríkt av kærleika. VK 112.2

Eins og hjá guddómliga høvundanum, so eru eisini nakrir loyndardómar at finna í Guds orði, sum deyðilig menniskju aldri kunnu fata til fulnar. At syndin kom í heimin, at Kristus gjørdist menniskja í holdi, uppreisnin, endurføðingin og mong onnur evni í Bíbliuni eru loyndardómar, sum eru ov djúpir fyri mannavitið at útgreina ella at skilja til fulnar. Men vit hava onga orsøktil at ivast um Guds orð, hóast vit ikki kunnu fata allar loyndardómar í hansara forsjón. Í náttúruni eru vit altíð umgird av loyndarmálum, sum vit ikki eru før fyri at avdúka. Hin einfaldasta vera kann vekja spurningar, sum tann klókasti heimspekingurin ikki er førur fyri at finna svarini til. Allastaðni finnast undur, sum ganga fram um okkara vit. Áttu vit tá at undrast yvir, at tað eisini í andaliga heiminum eru loyndarmál, sum vit ikki kunnu skilja til fulnar? Orsøkin til trupulleikan er snøgt sagt tann, at mannavitið er avmarkað. Gud hevur í Skriftini givið okkum nógvar vitnisburðir um, at hansara orð hevur guddómligan uppruna. Og vit eiga tí ikki at ivast um orð hans-ara, hóast vit ikki skilja øll loyndarmál í hansara forsjón. VK 112.3

Pætur ápostul sigur, at í Skriftini er „sumt torskilið, sum ókønir og støðuleysir brongla... sær sjálvum til undirgangs.” 2. Pæt. 3,16. Tað, sum er torskilt í Skriftini, hava vantrúgvandi menniskju hildið vera prógv, sum eru ímóti Bibliuni. Men tað er so langt í frá tí.Tað eru tvørturímóti kraftmiklir vitnisburðir um hennara guddómliga uppruna. Um hon ikki hevði nakrar aðrar frásagnir um Gud enn slíkar, sum vit laettliga kunnu fata, og um hansara stórleiki og hátign kundu fatast av deyðiligum menniskjum, so innihelt Bíblian ikki ósvitaligar vitnisburðir um sín guddómliga uppruna. Júst tað stórsligna og tað loyndarfulla við teimum evnum, ið hon umtalar, átti at kunnað vakt trúgv á Skriftina sum Guds orð. VK 113.1

Bíblian opinberar sannleikan á so einfaldan hátt og lagar hann so fullkomið eftir tí tørvi og longsli, sum mannahjartað hevur, at tað hevur vakt undran og hevur hugtikið tey mest lærdu menniskju. Samstundis verða tey lítisvirdu og ólærdu eisini før fyri at finna frelsuvegin. Og tó fevna hesir einfalt frambornu sannleikar um evnir, ið røkka so vítt og eru so hátt hevjaðir upp um mannavitið, at vit einans kunnu taka ímóti teimum, av tí at Gud hevur opinberað teir. VK 114.1

Frelsan er løgd soleiðis til rættis fyri okkum, at ein og hvør kann siggja tey stig, hann má taka fyri at venda um til Gud og trúgva á Harra okkara, Jesus Kristus, og verða frelstur á tann hátt, sum Gud hevur víst okkum á. Men aftanfyri hesar sannleikar, sum so laett kunnu skiljast, eru loyndarmál, ið eins og klæði liggja útyvir dýrd Guds. Mannavitið er ikki ført fyri at skilja hesar loynidómar, men teir fylla tó hvørt menniskja við trúgv og hávirðing, sum av sonnum leitar eftir sannleikanum. Jú meira tú granskar í Bibliuni, tess meira sannførdur verður tú um, at hon er orðið hjá tí livandi Gudi. Menniskjans skil og vit má boyggja seg fyri hátignini í hesi guddómligu opinbering. VK 114.2

At viðurkenna at vit ikki til fulnar kunnu skilja teir stóru sannleikarnar í Bíbliuni, er bert at góðtaka, at tað avmarkaða mannavitið ikki megnar at skilja tað óavmarkaða og guddómliga - at menniskjað við sínum avmarkaða kunnleika ikki kann fata allar ætlanirnar hjá Gudi, hinum alvalda. VK 114.3

Gudloysingar og tey ivingarsomu havna Guds orð av tí, at tey ikki skilja allar loynidómar tess. Og ikki øll, sum siga seg trúgva Bibliuni, eru uttanfyri vanda hesum viðvíkjandi. Ápostulin sigur: „Gevið gætur eftir, brøður, at tað ikki í nøkrum tykkara skal vera eitt vánt vantrúarhjarta, so at hann fellur frá livandi Guði.” Hebr. 3,12.Tað er rætt at granska læru Bíbliunnar til lítar, og eisini at kanna „dýpdir Guðs”, 1. Kor. 2,10, so vítt sum tær eru opinberaðar í Skriftini. Tí at „hinir fjaldu lutirnir eru Harrans, Guðs várs, men tað opinberaða er fyri okkum og børn okkara ævinliga.” 5. Mós. 29,29. Men tað er Satans verk at avlaga tey evnir, sum menniskjað hevur til at granska. Ein ávísur stoltleiki kann koma fram, tá fólk granska sannleikarnar í Bibliuni, men ikki skilja alt. Summi verða ótolin og í døpurhuga, um tey ikki kunnu greiða frá øllum í Skriftini á fullnøktandi hátt. Tey halda tað vera eyðmýkjandi at mega viðganga, at tey ikki skilja tey orð, sum eru innblást av Guds Anda. Tey hava ikki tol at bíða, til Gud sær, at tíðin er komin at opinbera teimum sannleikan. Tey halda, at mannavísdómur í sjálvum sær er nóg mikið til at fata Skriftina. Hetta kemur at miseydnast hjá teimum, og tey seta í roynd og veru myndugleikan hjá Skriftini til viks. VK 115.1

Tað er rætt, at mangar hugsanir og lærur, sum vanliga verða hildnar at stava frá Bibliuni, ongan stuðul hava í Heilagu Skriftini, og í veruleikanum eru ímóti Guds orði. Tílík mál hava skapað iva og ørkymlan fyri mong. Men orð Guds hevur onga skuld í hesum. Trupulleikin kemur, tí menniskju avskepla og reingja tað. VK 115.2

Um tað var møguligt fyri skapaðar verur at skilja alt um Gud og verk hansara, so høvdu eingir sannleikar verið afturat at finna hjá teimum, tá tey komu til hetta støði. Eingin framgongd í kunnleika ella víðari menning hevði verið av anda og hjarta. Gud hevði ikki longur verið tann hægsti, og menniskjað var komið til ytsta markið í kunnleika og menning, og kundi tí ikki fingið nakra framgongd afturat. Latum okkum takka Gudi fyri, at hetta ikki er soleiðis. Gud er óendaligur. Í honum eru „allir dýrgripir vísdómsins og kunnleikans” fjaldir. Kol. 2,3. Menniskjuni kunnu rannsaka og læra til ævigar tíðir, uttan nakrantíð at koma á botn í hansara vísdómi, góðsku og mátti. VK 116.1

Tað er Guds ætlan, at fólk hansara skal fáa meira og meira av sannleikanum at síggja, eisini í hesum lívinum. Hesin kunnleiki kann bert fáast á ein hátt. Vit kunnu einans fáa tað rætta innlitið í Guds orð, um andin, sum gav orðið, varpar Ijós á tað. Eingin veit, „hvat, ið býr í Guði, uttan Guðs andi,” „tí at andin rannsakar alt, eisini dýpdir Guds”. Frelsarin lovaði lærusveinunum, at „tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan, ... tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum.” 1. Kor. 2,11.10; Jóh. 16,13-14. VK 116.2

Gud vil, at menniskjuni skulu brúka sítt vit á besta hátt, og at granska Bíbliuna styrkir og góðskar sinnið meira enn nøkur onnur lestrargrein. Mannavitið er tó avmarkað av menniskjaligum veikleika og ófullkomileika, og tí mugu vit vara okkum fyri at seta tað ov høgt. Um vit ikki ynskja, at Skriftin skal vera kám fyri okkum, so vit ikki skilja teir týðiligastu sannleikarnar í henni, mega vit eiga ta einføldu trúnna eins og hjá lítlum barni. Vit mega hava vilja til at læra og biðja um hjálp frá Heilaga Andanum. Kenslan av Guds vísdómi og mátti, og okkara manglandi evnir til at fata hansara stórleikar, eigur at fylla okkum við eyðmjúkleika. Vit áttu at latið upp fyri hansara orði við djúpari virðing, sum um vit fóru til fundar við hann andlit til andlits. Tá ið vit lesa í Bíbliuni, má okkara vit viðurkenna henda hægra myndugleikan. Bæði hjarta og vit má boyggja seg fyri hinum mikla »EG ERI”. VK 116.3

Gud vil gera mangt, sum sær út til at vera kámt og torført at fata, einfalt og greitt fyri tey, sum royna at skilja tað. Uttan vegleiðing frá Heilaga Andanum eru vit tó støðugt í vanda fyri at týða Skriftirnar skeivt og at reingja tær. Mong lesa í Bíbliuni uttan at fáa nakra nyttu av henni, og í nógvum førum kann ein slíkur lestur vera skaðiligur. Tá ið latið verður upp fyri Guds orði uttan virðing og bøn, og hjartað og tankarnir ikki festa seg við Gud ella samsvara við vilja hansara, so fyllist sinnið av iva, og vantrúgvin kann styrkjast av sjálvum bíbliulestrinum. Fíggindin fær harradømið yvir tonkunum og smoyggir tulkingar inn, sum ikki eru rættar. Tá ið menniskju ikki í orðum og gerðum royna at vera í samljóð við Gud, eru tey í vanda fyri at villast í teirra uppfatan av Skriftini, so lærd sum tey enn kunnu vera. Og tað er tí vandamikið einans at líta á teirra frágreiðingar. Tey, sum lesa Skriftina fyri at finna mótsagnir, hava ikki nakran andaligan kunnleika. Við eini slíkari tilgongd er tað ikki so løgið, at tey síggja nógvar grundir til ivasemi og vantrúgv í ymsum lutum, sum í veruleikanum eru bæði greiðir og týðuligir. VK 117.1

Hvussu nógv enn verður roynt at fjala tað, so er veruliga orsøkin til iva og vantrúgv sum oftast kærleiki til synd. Lærur og forboð í Guds orði verða ikki told av tí stolta, syndafulla hjartanum. Og tey, sum ikki eru fús til at lýða krøvini í Guðs orði, vilja vera ivingarsom um trúvirði tess. Fyri at finna sannleikan mega vit hava eina einfalda tráan eftir at kenna hann og vera fús til av hjarta at vera honum lýðin. Og øll tey, sum lesa Bíbliuna við hesum í huga, munnu finna mangar vitnisburðir um, at hon er Guds orð. Og har kunnu tey ogna sær kunnleika um sannleikar, sum vilja gera tey vís til frelsu. VK 118.1

Kristus hevur sagt: „Vil nakar gera vilja hansara, skaI hann koma til royndar um læruna, annaðhvørt hon er frá Guði, ella um eg tali av mær sjálvum.” Jóh. 7,17. Í staðin fyri at koma við atfinningum og finna skeivleikar í tí, sum tú kortini ikki skilir, eigur tú at geva tí Ijósi ans, sum longu skínur á leið tína. Tú vilt tá fáa meira Ijós. Útinn av Kristi náði tær skyldur, ið tú hevur fingið greiðu á, so vilt tú seinni kunna fata og gera tær skyldur, sum tú nú ert í iva um. VK 118.2

Eitt prógv er, sum er opinberað fyrir øllum - tí lærdasta eins væl og fyri teimum ólærdu. Tað eru tær royndir, fólk hava. Gud bjóðar okkum sjálvum at royna veruleikan í hansara orði og sannleikan í hansara lyftum. Hann bjóðar okkum at smakka og síggja, „at góður er Harrin.” Sálm. 34,9. Í staðin fyri at líta á orðini hjá øðrum, eiga vit at smakka sjálv. Hann sigur: „Biðið, og tit skulu fáa.” Jóh. 16,24. Fyrijáttanir hansara verða uppfyltar. Tær hava aldri svitast, og tær kunnu aldri svitast. Tá ið vit koma til Jesus og fegnast í hansara stóra kærleika, so vilja ivamál og tað myrkur, ið hongur yvir okk-um, hvørva fyri Ijósinum í nærveru hansara. VK 118.3

Ápostulin Paulus sigur, at Gud „bjargaði okkum út úr valdi myrkursins, og flutti okkum inn í ríki elskaða sonar síns.” Kol. 1,13. Ein og hvør, sum er fluttur yvir frá deyða til lív, kann vitna „at Guð er sannorðaður.” Jóh. 3,33. Og hann kann vitna: „Mær tørvaði hjálp, og Jesus veitti mær hana. Hann gav mær tað, mær tørvaði, og mettaði sálarhungur mín. Nú er Bíblian Jesu Kristi opinbering fyri mær. Spyrt tú meg, hví eg trúgvi á Jesus? So svari eg: Tí at hann er mín guddómligi frelsari. Spyrt tú, hví eg trúgvi á Bíbliuna? So svari eg: Tí eg havi sæð, at hon er tala Guds til mín.” Vit kunnu bera vitnisburðin innan í okkum sjálvum um, at Bíblian er sonn, og at Kristus er sonur Guds. Vit vita, at vit ikki fylgja snilt upphugsaðum ævintýrum. VK 119.1

Pætur minnir brøður sínar á at vaksa „í náði og kunnskapi várs harra og frelsara.” 2. Pæt. 3,18. Tá ið Guds fólk veksur í náðini, vilja tey støðugt skilja hansara orð betur. Tey síggja nýtt Ijós og nýggjan vakurleika í teimum heilagu sannleikunum. Soleiðis hevur tað verið í søgu kirkjunnar gjøgnum allar tíðir, og soleiðis fer tað at halda áfram heilt til endans. „Leið teirra rættvísu er eins og morgunglæman, ið Ijósnar og Ijósnar, til tað er alljósur dagur.” Orðt. 4,18. VK 119.2

Við trúgv kunnu vit líta frameftir til hin komandi heimin og ogna okkum Guds lyftir um at vaksa í kunnskapi. Vit vaksa við tað, at evnir menniskjans sameinast við tað guddómliga, og hvør førleiki, sum sinnið hevur, kemur beinleiðis í samband við keldu Ijósins. Vit kunnu gleða okkum um, at alt sum hevur verið kámt fyri okkum í forsjón Guds, tá vil gerast klárt. Tað, sum er torført at fata nú, verður tá útgreinað. Og har, sum okkara avmarkaða vit bert kundi síggja fløkjur og miseydnaðar ætlanir, fara vit at síggja hitt fagrasta og mest fullkomna samljóð. „Tí at nú síggja vit í spegili, í gátu; men tá skulu vit síggja andlit til andlits; nú kenni eg í pørtum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg eri sjálvur til fulnar kendur.” 1. Kor. 13,12. VK 120.1