Vegurin til Kristus
Vegurin til Kristus
Formæli
Heitið á hesi lítlu bók lýsir endamál hennara: at vísa á Kristus sum frelsara. Hann er tann einasti, sum kann nøkta okkara innasta tørv og leiða okkum til eitt kristiligt lív - fet fyri fet heim í faðirhúsið. Einfalt og greitt sigur bókin frá trupulleikum, sum kristin kunnu stríðast við, og vísir á loysnir teirra. Høvundurin leggur eisini dent á ta signing, gleði og tann frið, sum vit kunnu fáa, tá vit gloyma okkum sjálv, men fult og heilt líta á frelsuna í Kristusi og hansara náði og megi at halda okkum uppi. VK 5.1
Nógv neyðstødd menniskju hava fingið vón og troyst við at lata seg vegleiða av bókini. Hon hevur hjálpt teimum at ganga við størri áliti og gleði í fótasporum Meistarans. Tí er tað ikki at undrast yvir, at hon hevur fingið góða móttøku og stóra útbreiðslu. Bókin er útkomin í fleiri uppløgum og á mongum málum kring allan heimin. VK 5.2
Tað er okkara vón, at Vegurin til Kristus framhaldandi fær nógvar nýggjar lesarar og verður til signing og sálarbót fyri teir, eins og hon hevur verið tað fyri tey mongu, sum higartil hava lært at virðismeta hennara góða innihald. VK 5.3
Útgevararnir